Kyksilvur kann hópast upp í djórum og menniskjum, t.d. í grindahvali og fólki, sum etur grind. Kyksilvur kann millum annað elva til skaða á nervalag og heila. Eitt høgt innihald av kyksilvuri í blóðinum á mammuni, kann elva til skaða á fostrið. Sí her. Kyksilvur kann harumframt elva til ovurviðkvæmi.
Lívrunnið kyksilvur er mest eitrandi, t.d. methylkyksilvur. Metylkyksilvur verður í nógv størri mun enn ólívrunnið kyksilvur upptikið og varðveitt í livandi verum, og kann fara inn í heilan, har tað elvir til skaða.
Kyksilvureitran kann eisini standast av at anda kyksilvurdamp í seg.
Kyksilvur skilir seg frá øðrum metalum, tað er einasta metalið, ið er flótandi við stovuhita – nakað, sum hevur gjørt tað nýtiligt til nógv ymisk endamál . Kyksilvuramalgam, ið er ein blanding av silvri og kyksilvri, verður serliga brúkt til plumbur. Í lágorkuperum og ljósrørum er kyksilvur við til at umskapa elektriska orku til ljósorku. Av tí, at kyksilvur er sera eitrandi, verður støðugt roynt at minka um nýtsluna.
Kyksilvur er bannað at nýta í flestu vørum í norðurlondum og ES – undantikið er m.a. í spariperum, ljósrørum, máti- og eftiransingartólum og tólum til sjúkraviðgerð.
Tær vørurnar, sum innihalda kyksilvur, hava sjáldan vørulýsing. Kyksilvur finst eisini undir hesum heitum:
Hg
Mercury
Kviksølv
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|